Tøkni og umhvørvi

Tøkni- og umhvørvistoymið arbeiðir við gransking innan tøkni og umhvørvi í sambandi við aling.

 

Laksaaling er ein vinna í støðugum vøkstri í stórum pørtum av heiminum og nýggj sløg av aling taka seg upp í fleiri londum kring okkum. Í hesum toyminum verður arbeitt við at granska í serføroyskum viðurskiftum fyri at stuðla uppundir burðardyggan vøkstur í alivinnuni.

 

Stóri munurin millum alivinnuna í Føroyum og grannalondum okkara er avmarkaða økið, vit hava at ala á. Føroysku aliøkini eru fá í tali og stutt er ímillum tey. Í hesum sambandi verða framdar verkætlanir, har m.a. møguleikarnir fyri at fara longur út á hav at ala verða kannaðir.  Granskað verður eisini í aldu- og streymviðurskiftum á og millum aliøkini og hvussu liviumstøðurnar eru hjá alifiski í nótum á sjónum.