Lívfiskastøðin í Skopun

Allur laksur hjá Fiskaaling, sum skal verða lívfiskur, verður sendur suður til Skopunar.


Laksurin kemur á lívfiskastøðina, tá hann er gott 40g, og gongur í kørum og brunnum til hann eru búgvin.

Á lívfiskastøðini eru tríggjar hallir:

- Í høll A verður yngulin smoltifiseraður, og her gongur hann í eitt ár.

- Í høll B gongur fiskur frá hann er eitt, til hann er tvey ára gamal. Her verður eisini helmingurin av kallfiskunum og teir kvennfiskar, ið eru ov tíðliga búnir, skildir frá.

- Í høll C gongur fiskurin, til hann er kynsbúgvin. Tá verður hann fluttur norður aftur til Áir at strúka.


Av tí at lívfiskastøðin liggur uppi á landi, gongur laksurin í einum vardum umhvørvi. Allur sjógvur og vatn, ið kemur inn á støðina, verða filtrerað og sóttreinsað við UV-ljósi.

Á støðini verður eisini tann ilt (oxygen) framleidd, ið verður tilsett sjógvin og vatnið.