Starvsfólk til tøkni- og umhvørvisdeildina á Fiskaaling

Fiskaaling søkir eftir einum fólki við tekniskum og handverksligum førleikum at luttaka í arbeiðinum, at menna vitan um føroysku firðirnar og til alivinnuna.

Tú kemur at starvast á tøkni- og umhvørvisdeildini, sum arbeiðir við fleiri áhugaverdum granskingarverkætlanum og tænastum til vinnuna. Fleiri av okkara uppgávunum fevna um ymiskar mátingar gjørdar á sjónum við granskingarfarinum "Andreas Reinert” umframt við alibátum í samstarvi við alifeløgini. Her kunnu nevnast streym- og aldumátingar, mátingar av lúsayngli í sjónum umframt aðrar lýsingar av aliumhvørvinum.

Á tøkni- og umhvørvisdeildini starvast í løtuni 9 fólk.

Arbeiðsøki

Fyrst og fremst at hava ábyrgd av granskingarfarinum "Andreas Reinert”. Luttaka í ymiskum uppgávum á sjónum og í arbeiði við fortoyningum og mátiútgerð.

Arbeiði fevnir millum annað um:

Føra og hava ábyrgd av granskingarfarinum "Andreas Reinert”

Viðlíkahald, tilrigging og útsetan av mátiútgerð

Handfaring av mátidátum

Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar

Vit sóknast eftir ein ágrýtnum, álítandi og sjálvstøðugum persón við góðum samstarvsevnum. Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur onkrar av niðanfyri standandi førleikum:

Royndir at føra bát og kunnleika til streym, aldu og rørslur í sjónum

Kunnleika til motorar

Handverkaraførleikar

Tekniskan kunnleika og telduførleikar

Áhuga fyri at menna vitan

Samskifta á enskum (serliga veitarasamskifti)

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til gunnvor@fiskaaling.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2018

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnvør á Norði, deildarleiðara á tlf 774735 ella Øystein Patursson, granskara á tel 774787