14. desember 2016
Fiskaaling við í Nordic Centre of Excellence
Fiskaaling er saman við 12 øðrum norðurlendskum granskingarstovnum partur av einum nýggjum Nordic Centre of Excellence, nevnt SUREAQUA, sum NordForsk hevur avgjørt at seta á stovn.

Vinnufeløg eru týðandi partur av samstarvinum, og føroysku vinnufyritøkurnar, sum luttaka í granskingarsamstarvinum eru: Luna, Bakkafrost, Marine Harvest og Sp/f Tari. Harafturat er ein bólkur av øðrum luttakarunum, teirra millum Umhvørvisstovan.

Endamálið við nýggja Nordic Centre of Excellence er, at granskingarstovnar og vinnufyritøkur granska og føra út í verki verkætlanir innan burðardygga aling í breiðasta týdningi. M.a. skal kannast, hvussu aling av laksi kann effektiviserast í mun til útlát av lívrunnum tilfari og tøðsøltum, og hvussu útlátið kann geva íkast til nýggjar vinnuvegir, t.d. aling av skeljadjórum og tara. Partur av verkætlanini er at menna nýggja útgerð, sum skal roynast á alibrúkum í Føroyum.

Tað er Granskingarstovnurin IRIS í Stavanger, sum hevur tikið stig til samstarvið, og verður leiðari av nýggja sentrinum. Játtanin til samstarvið er 30 mió. NOK yvir 5 ár. Harumframt kemur eginfígging og aðrar atknýttar verkætlanir. Tað verður Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, sum kemur at samskipa virksemi í Føroyum.

Leinkja til tíðindaskriv á heimasíðuni hjá Nordforsk:
https://www.nordforsk.org/en/programmes-and-projects/projects/nordic-centre-for-sustainable-and-resilient-aquatic-production-sureaqua