13. apríl 2017
Grein um samspæl millum fong og rovdjór útgivin
Tann 28. mars í 2017 kom grein frá Fiskaaling, University of Leeds og University of Hull út í vísindaliga tíđarritinum "PeerJ”.

Greinin kallast "Disturbed flow in an aquatic environment may create a sensory refuge for aggregated prey” og er Open Access, so hon kann lesast í fullum her: https://peerj.com/articles/3121/

Hřvundarnir eru Ása Johannesen, Alison Dunn og Lesley Morrell.

Greinin snýr seg um, hvussu smá dýr kunnu brúka órógv í rennandi vatni til at krógva seg fyri rovdjórum.

Tá dýr í áum krógva seg fyri rovdjórum, hjálpir ikki altíđ, at tey ikki síggjast, tí rovdjóriđ kann nýta luktisans. Nógv dýr í einum bólki avgeva meira lukt, og eru tískil lćttari at finna. Hinvegin er hent at vera í einum bólki, tí ofta orkar rovdjóriđ ikki at eta řll dýrini í bólkinum, ella kanska summi kunnu sleppa sćr til rýmingar, međan tey minni hepnu verđa etin. Tískil eru mótstríđandi kreftir til stađar, har tađ er gott at vera í einum stórum bólki, men ikki um bólkurin verđur so stórur, at řll rovdjórini í grannalagnum koma til dřgurđa í heilum.

Í nýútgivnu greinini varđ kannađ, um tađ bar til hjá dýrum at fara í střrri bólkar uttan at blíva funnin, um har var órógv í vatninum, har tey vóru. Órógv í rennandi vatni spjađir lukt yvir střrri řki, og ger tađ torfřrari at finna fram til luktkelduna. Men er hetta órógv nóg mikiđ til, at dýr kunnu savnast í střrri bólkar, enn tey annars gera?

Úrslitini í greinini vísa, at dýr kunnu samla seg í střrri bólkar uttan at blíva funnin, um órógv er í vatninum. Hetta merkir, at til dřmis í áum viđ nógvum forđingum (so sum steinar) sum órógva, hvussu vatniđ rennur, er lćttari hjá dýrum at samla seg í stórar bólkar at krógva seg fyri rovdjórum samanboriđ viđ í jřvnum og mřkum áum.

Ása Johannesen starvast á Fiskaaling, og granskar í atferđ hjá rognkelsum. Nýútkomna greinin byggir á úrslit frá PhD verkćtlanini hjá henni, sum varđ liđug í 2013. Vitan um, hvussu djór avgera, nćr tey fara í bólk, og hvussu stórar bólkar tey fara í, kann vera hent tá aling av nýggjum slřgum skal leggjast til rćttis. Til dřmis soleiđis at taliđ av dýrum er passaligt í mun til střddina av karinum.