12. aprķl 2018
Fiskaaling fingið fótin fastan aftur
RAKSTUR: Tżšandi broytingar ķ virkseminum hjį P/F Fiskaaling seinasta įriš hava gjųrt, at felagiš nś aftur hevur fótaš sęr bęši rakstrarliga og fķggjarliga. Fiskaaling hevur seinastu įrini ligiš ķ tungum sjógvi fķggjarliga. Fyri at tryggja framtķšina hjį felagnum, mįttu broytingar gerast. 

Leišsla og nevnd lųgdu tķ upp til tillagingar ķ virkseminum hjį Fiskaaling. Politiska avgeršin hjį Poul Michelsen, landsstżrismanni ķ uttanrķkis- og vinnumįlum, at lata alivinnuna yvirtaka kynbótaarbeišiš og rognaframleišsluna grundaš į fųroysku laksastammuna, og į tann hįtt mišsavna virksemiš hjį Fiskaaling um gransking, menning, rįšgeving og tęnastuveitingar til alivinnuna, er ein orsųk til, at gongdin ķ felagnum nś er vend. 

Rakstrarroknskapurin  fyri 2017 vķsir 3,9 mió. ķ avlopi samanboriš viš 18,1 mió. krónur ķ halli undanfarna roknskaparįr. Fķggjarstųšan javnvigar viš 16,7 mió. krónum, og eginpeningurin er negativur viš 4,4 mió. krónum viš įrslok 2017. Śrslitiš ķ 2017 er serliga merkt av ųktum inntųkum ķ seinna hįlvįri, umframt tillagašum śtreišslum sum heild. 

Stóra rakstrarhalliš ķ 2016 var serliga merkt av avgeršini um at stešga framleišsluni. Ųll stųšisogn, iš beinleišis varš knżtt at framleišsluni, varš nišurskrivaš til krónur 0 (null), umframt at goymslan av livandi fiski varš munandi nišurskrivaš. Avgeršin um at stešga framleišsluni įvirkaši tķskil beinleišis śrslitiš negativt fyri 2016 viš 13,2 mió. krónum.

13. november 2017 samtykti Fųroya Lųgting at veita 9 mió. krónur ķ lįni til P/F Fiskaaling. krónur. Lįniš er rentufrķtt og veršur kravt aftur ķ einum ella ķ avdrįttum, tį eginpeningur felagsins er ķ minsta lagi 500.000 krónur. Lįniš hevur bųtt munandi um gjaldfųriš hjį felagnum, men eginogin hjį P/F Fiskaaling er framvegis negativ.

Nevndin ķ P/F Fiskaaling metir, at viš tillagingunum seinasta įriš og lįnstreytunum  frį Uttanrķkis- og vinnumįlarįšnum, sum eigur allan partapeninginum ķ felagnum, er grundarlagiš gott fyri einum tryggum og mennandi rakstri. 

Fķggjarligu vįšarnir eru munandi minkašir ķ įrinum, og samstundis er Fiskaaling fariš frį at vera ein framleišari av rogn og ynguli til ein framleišari av vitan. Hesum taka fųroyska alivinnan og myndugleikar sera vęl undir viš. Fiskaaling vęntar eitt śtslit į umleiš eina mió. krónur ķ 2018.

Fiskaaling framleišir vitan
Fiskaaling hevur gott samstarv viš ųll alifelųgini, sum nżta granskingarśrslit, iš Fiskaaling hevur framleitt, ķ dagliga arbeišinum at skipa alivirksemi į smoltstųšunum og alistųšum į sjónum. Eisini er samstarv viš śtlendskar granskingarstovnar og -felųg ein tżšandi lišur ķ granskingar- og menningararbeišinum, og granskingin hjį Fiskaaling vekir stundum ans śti ķ heimi. 

Tżšandi fķggjarliga grundarlagiš undir granskingar-, menningar- og rįšgevaravirkseminum į Fiskaaling er jįttanin til havbśnašarroyndir į Lųgtingsins fķggjarlóg, og P/F Fiskaaling og Uttanrķkis- og Vinnumįlarįšiš śtgreina ķ sįttmįla, hvųrji granskingarevni Fiskaaling skal leggja dent į. Granskingaravrikini ķ 2017 eru lżst ķ serstųkum avrikslista til Uttanrķkis- og vinnumįlarįšiš.

Umframt eitt stųšugt langsiktaš granskingarvirksemi innan aligransking, veršur jįttanin brśkt sum eginfķgging ķ ymiskum nationalum og altjóša granskingarverkętlnum. Eisini gransking, sum vinnan her og nś ikki metir vera neyšuga. Almenna jįttanin er višvirkandi til, at Fiskaaling įhaldandi kann menna nżggjar tęnastur til alivinnuna.

At Fiskaaling umvegis almennu jįttanina heilt ella partvķs kann fķggja ymiskar verkętlanir, hvųrs endamįl er at fįa vitan til vega, iš mennir fųroyska aling, letur upp mųguleikar fyri at fįa uttanhżsis fķgging frį m.ų. fųroyskum og śtlendskum granskingargrunnum og vinnufyritųkum.

At Fiskaaling framleišir og savnar vitan, iš er atkomulig hjį vinnuni og samfelagnum sum heild, ger at Fiskaaling kann veita rįšgeving og tęnastur. Eftirhondini sum fųrleikin og vitanin hjį Fiskaaling er vaksin, eru inntųkur frį gransking, menning, rįšgeving og tęnastum ųktar. Ķ 2017 vóru inntųkurnar frį hesum virksemi góšar 8 mió. krónur, og svarar hetta til umleiš 1 mió. krónur minni enn upphęddin, sum landiš jįttar P/F Fiskaaling. Uttan almennu jįttanina hevši hetta neyvan veriš mųguligt.

Tęnastur, iš Fiskaaling veitir, eru ętlašar at geva vinnuni kunnleika og mųguleikar at skipa virksemiš enn betri. Harafturat verša ųll śrslit frį tęnastunum innsavnaši og nżtt vķšari ķ granskingar- og menningarvirkseminum hjį Fiskaaling. Samspęliš millum granskingar- og tęnastuvirksemiš hjį Fiskaaling er sostatt grundarlagiš undir įhaldandi menning av nżggjari og betri vitan, iš beinleišis gagnar fųroyskari aling.  

Taš er alneyšugt at granska innan aling
Fųroyska alivinnan hevur havt góš śrslit seinnu įrini, men vinnan er lķvfrųšiliga višbrekin, og hon er dagliga ķ haršari, altjóša kapping. Taš er tķ av alstórum tżdningi, at Fųroyar granska innan aling, og at vit įhaldandi menna hęttir, iš kunnu optimera alingina, soleišis at alivinnan framhaldandi kann vera buršardygg.

Ķ grannalondunum veršur nógv orka brśkt at granska innan aling, bęši innan lokalar avbjóšingar og innan almenna aligransking. Taka Fųroyar ikki eisini lut ķ vinnugransking, er stórur vandi fyri, at kappingarneytarnir fįa tann marginala fyrimunin, sum ger, at alingin ķ Fųroyum veršur eftirbįtur. Tķ hevur Fiskaaling seinastu įrini lagt stóran dent į at menna eitt sterk fakligt umhvųrvi, hvųrs fokus beinleišis er ręttaš móti at byggja upp vitan, sum kann gagna alivinnuni og fųroyska samfelagnum. 

Nęrri kunning fęst viš at venda sęr Jóhonnu Lava Kųtlum, stjóra į Fiskaaling, tlf. 77 47 47.