18. mai 2018
Fiskaaling mennir nýggjan hátt at staðfesta laksalýs

GRANSKING: Fiskaaling er viđ í eini verkćtlan, sum júst hevur fingiđ fígging frá einum norskum grunni, hvřrs endamál er at menna ein nýggjan hátt at finna lýs í sjónum.

Granskarar arbeiđa áhaldandi at finna nýggjar og effektivari hćttir í strembanini eftir at stađfesta og berja niđur trupulleikan viđ laksalýs í alibrúkum.

Saman viđ norskum og skotskum granskarum hevur Fiskaaling fingiđ játtađ fígging frá norska Fiskeri- og Havbruksnćringens forskningsfond til arbeiđiđ at menna ein nýggjan kanningarhátt at stađfesta laksalýs í sjónum. Talan er um sonevnda fluroisens-háttin, iđ ger tađ lćttari at eyđmerkja laksalús frá řđrum livandi verum í sjónum.

Fiskaaling hevur drúgvar royndir viđ at finna lús í sjónum, og fyritřkan er er helst tann einasta, sum bjóđar út tílíkar kanningar sum eina tćnastu til vinnuna.

Leikluturin hjá Fiskaaling í hesi nýggju verkćtlanini verđur millum annađ at taka taka royndir í Fřroyum og eftirkanna nyttuna av hesum framferđarháttinum.

Ein stór avbjóđing í sambandi viđ stađfesting av laksalýs í sjónum er, at tađ kann vera torfřrt at stađfesta mongdina av laksalýs, tí tćr lutfalsliga eru so fáar í tali í mun til ađrar verur í sjónum. Tađ finst enn eingin háttur at skilja laksalýs burtur frá hinum verunum, tá sýni vera tikin.

Tađ hevur stóran týdning fyri niđurberjingina av laksalýs, at alivinnan fćr mřguleikar fyri at hava betri eftirlit viđ střđuni, tá rćđur um at fylgja viđ smittuvanda av laksalýs. Og her er tađ, at menningin av nýggja háttinum at stađfesta laksalýs kann koma at vera til stóra nyttu.

Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viđkomandi seta seg í samband viđ Gunnvřr á Norđi, deildarleiđara og granskara á Fiskaaling, t-postur:
gunnvor@fiskaaling.fo, tlf. 774735.