15. juni 2018
Innslag um Fiskaaling í altjóða vísindafjølmiðli

VIDEOSAMRØÐA: Eini twitterboð hjá einum granskara á Fiskaaling førdi til, at altjóða vísindafjølmiðilin, Verge Science, fekk áhuga fyri arbeiðinum í Føroyum við fiskavalferð, og gjørdi tí eitt videoinnslag um evnið. Innslagið, sum 98.000 fólk higartil hava sæð, tekur í samrøðu við Ásu Johannesen, ið starvast sum granskari á Fiskaaling.

Ein tíðindamaður á altjóða vísindafjølmiðlinum, Verge Science, sá herfyri twitterboðini hjá Ásu Johannesen, har hon leggur dent á týdningin av at arbeiða fyri at alsamt betri fiskavælferð, tá ræður um aling. Eitt nú við royndum at basa lúsatrupulleikanum.

Í einum gott fýra minttum longum videoinnslagi greiðir Ása Johannesen frá tí, sum hon arbeiðir við á Fiskaaling, har hon eitt nú granskar í ronkilsum, ið verða nýtt í hernaðinum móti laksalýs.

Sí áhugaverda videoinnslagið, sum 98.000 fólk higartil hava sæð, á hesi leinkju:
https://twitter.com/verge/status/959701755293347840