Lús og smitta

Lús og onnur smitta er ein avbjóðing hjá føroysku alivinnunu. Fyri at fyribyrgja og minka um smittu, er neyðugt at kenna sum mest til lívfrøðilig eyðkennini og eginleikarnar fyri, hvussu hesar verur verða spjaddar.

Firum arbeiðir tí støðugt við at framleiða vitan soleiðis, at atlit millum annað verða tikin til, hvussu alibrúk á skilabesta hátt kunnu staðsetast í mun til smittu.

Neyðugt er at skilja hvussu, og í hvønn mun, rognkelsi arbeiða sum lúsaátarar í aliringunum, og tørvin tey hava har.
Endamálið er eisini at meta um í hvønn mun eitt nú kræklingur kann nýtast til at eta fríttlivandi lýs úr sjónum, og harvið vera við til at minka um smittutrýstið