Á biotøknudeildini verður við framkomnari tøkni arbeitt við granskingarverkætlanum og tænastum, ið fevna sera breitt.

Biotøkni

Á biotøknideildini verður við framkomnari tøkni arbeitt við verkætlanum og tænastum, ið fevna sera breitt. Sum dømi hava vit PCR-, qPCR -og sekvenseringstól, ið ger tað møguligt hjá okkum kvantifisera og identifisera DNA. Eitt nú hava vit brúkt hesi tól til at kanna hvørjar bakteriur finnast t.d. í maganum og í slipuni á fiski, gjørt kynkanningar av laksi, kannað fyri parasittar og amøbur, ið neiliga ávirka laksin, umframt kannað hvussu aktivar bakteriurnar eru í biofiltrum á smoltstøðum, hvørs uppgáva er at reinsa vatnið fyri ótørvar.

 

Eisini hava vit eitt multifuntionelt tól, ið m.a. kann máta ymisk hormonir, enzymir og proteinir í einum sýni. T.d. brúka vit hettar tól til kanna innihaldið av hormoninum kortisol í blóðnum og í slipuni hjá laksi, ið kann siga okkum, um fiskurin er strongdur.

 

Um tú ynskir at vita meira, ella hevur tú spurningar, so ber altíð til at hava samband við Biotøknideildina, og vit vilja tá hjálpa so væl, sum tað ber til.

Starvsfólk á biotøkni

Navn Starv Telefon T-post
Ása Jacobsen Lívfrøðingur, PhD lesandi +298 77 47 48 asa@fiskaaling.fo>
Elin Jacobsen Laborantur +298 77 47 14 elinja@fiskaaling.fo>
Heidi S. Mortensen Lívfrøðingur, MSc +298 774 765 heidi@fiskaaling.fo>
Jóhanna Lava Køtlum Stjóri, lívfrøðingur, MSc +298 77 47 47 johanna@fiskaaling.fo>
Margreta Dam Laborantur +298 77 47 06 margreta@fiskaaling.fo>