Biofilmskanningar

Á smoltstøðum er umráðandi við einum aktivum biofiltri við nitrifiserandi bakterium, ið reinsa vatnið fyri nitrogenir, sum fiskurin útskilir umvegis tákninar. Um nitrifiserandi bakteriunar ikki eru til staðar ella ikki eru nóg aktivar, er vandi fyri at innihaldið av eitt nú ammonium, ammoniak ella nitrit gerst ov høgt, og harvið gerst eitrandi fyri fiskin.

Biotøknideildin ger kanningar av biofiltrum, har kannað verður um tær røttu nitrifiserandi bakteriurnar eru til staðar í biofiltrinum. Eisini ber til at kanna hvussu nógvar av hesum bakteriunum eru aktivt førar fyri at um gera ammonium til nitrit, og nitrit til nitrat, ið er minni eitrandi fyri fiskin. Hettar kann eitt nú verða í sambandi við, tá nýggj biofiltur verða tikin í nýtslu, ella í sambandi við at trupult er at halda ávís nitrogenvirðir nóg lág í mun til heilsuna hjá fiskinum

Kontaktpersónur: Heidi S. Mortensen