Fiskaaling arbeiðir støðugt við ymiskum granskingarverkætlanum, ið eru við til at menna eina varandi alivinnu í Føroyum.

Granskingarverkætlanir

Vælferðin hjá stórum smolti

Alingin á landi hevur ment seg nógv seinastu tíðina, og eru Føroyar á odda, tá talan er um aling av stórum smolti.

At ala stórar nøgdir av góðum og stórum smolti á landi í longri tíð í eini RAS skipan (Recirculating Aquaculture System), setur tó høg krøv til alararnar, sum mugu tryggja heilsuna og trivnaðin hjá fiskinum. Til hettar krevur eitt nú støðuga góða vatngóðsku, gott pláss og góða handfaring, ið ikki strongir ella skaðar fiskin.

Ein spurningur, ið javnan verður settur, í mun til at ala stór smolt, er tí, hvussu ávirkar tað fiskin, at hann er so leingi á landi?

Fyri at svara hesum spurningi, fer Fiskaaling í holt við eina heilsu-/vælferðar screeningsverkætlan. Ætlanin er at taka sýnir av fiski (20 fiskar hvørja ferð, 3. hvørju viku) frá tí at fiskurin er umleið 100 g og fram til útseting. Talan er um blóðsýnir, táknusýnir, slipusýnir, gøgn- og onnur vevnaðarsýnir, ið verða kannað fyri fleiri parametrar, sum vanliga verða brúktir sum vælferðaindikatorar.

Hetta eru parametrar, sum m.a. hava týdning í mun til iónreguleringina, stoffskifti, endokrinu skipanina og immunverjuna hjá fiskinum. Harafturat verður kannað fyri fleiri parametrar, ið hava beinleiðis tilknýti til vatngóðskuparametrar, so sum O2, CO2, TAN (Total Ammonium Nitrogen), nitrit, nitrat og TSS (Total suspended solids).

Úrslitini frá kanningunum verða síðani sett upp ímóti tí, ið man veit eru normalvirðir hjá laksi. Fiskurin verður eisini kannaður fyri fleiri morfologiskar skaðar við at brúka skoringsskemaði hjá Nofima. Her verður m.a. hugt eftir bløðingum, sár, roðslutap, eygnaskaðar, skaða á fjaðrar og táknir, deformitetar o.l. Eisini verða longd, vekt og konditiónstal skrásett.

Øll úrslitini verða samanborin hvørt við annað og við umhvørvið, so sum vatngóðsku, biomassa og fóðring. Við eini tílíkari samanbering av øllum hesum parametrum ynskja vit at eyðmerkja trupulleikar í mun til trivnaðin hjá laksinum og staðfesta, hvussu man skilabest fylgir við  menningini í royndum at loysa avbjóðingarnar. Av nærum eins stórum týdningi er at staðfesta, hvat ikki er ein trupulleiki, og møguliga hvørjar kanningar ikki lýsa støðuna nóg væl. Tílík vitan er av týdningi fyri at halda fast í tí, sum riggar, og fyri at ikki brúka óneyðuga orku og pening upp á kanningar, ið ikki eru neyðugar ella eru misvísandi. 

Av tí saman er tað eisini av stórum týdningi, fyri at henda verkætlan skal eydnast, at smoltstøðirnar, ið luttaka, vilja upplýsa eitt nú máld virðir av vatninum, biomassa, tættleiki, stødd á kørum, fóðringstøl, felli o.a. av týdningi.

Á henda hátt fáa vit eina heildarmynd av heilsuni og vælferðina hjá fiskinum ta tíðina, hann er á landi.

Kontaktpersónur: Heidi S. Mortensen