Strongdkanningar

Biotøknideildin hevur ment eina mannagongd, ið kann máta innihaldið av hormoninum kortisol í slipuni fyri at meta, hvussu strongdur fiskurin er.

Tað er umráðandi, at fiskurin gerst sum minst strongdur í framleiðsluni, bæði í mun til djóravælferð, men eisini tí strongd kann ávirka, hvussu væl fiskurin etur og veksur. Hetta er m.a. tí, at kortisol økir um stoffskiftið, og harvið eisini orkutørvin, og tí er minni orka eftir til vøkstur.

Harumframt hava kanningar víst, at eitt nú strongd hjá fiski kann viðføra, at immunverjan versnar, og at fiskurin tí er meiri viðbrekin mótvegis smittu, og tí kann strongd føra við sær størri felli.

Strongdkanningar kunnu eitt nú gerast í sambandi við útseting, skiljing, koppseting og líkandi, har ynskiligt er at síggja, hvussu fiskurin ávirkast av handfaringini.

Kontaktpersónur: Heidi S. Mortensen