Laksur verður doyvdur, soleiðis at lúsateljarin fær møguleika at hyggja eftir bæði lús og táknum.

Tænastur

Lúsateljingar

Sambært lúsakunngerðini skulu øll alibrúk í Føroyum teljast í minasta lagi 14. hvønn dag. Sum óheft fyritøka samskipar og fremur Fiskaaling hesar teljingar. Tíggju laksar úr hvørjum ringi verða taldir hvørja ferð, og lýsnar verða flokkaðar eftir slagi og búningarstigi (sí mynd).

Almennu tølini fyri kynsbúnar laksalýs síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Í skjølunum niðanfyri her ber til at síggja, hvussu eyðmerking av ávikavist laksa- og seiðalús og AGD (táknusjúka) verður gjørd.

Eyðmerking av laksa- og seiðalús.

 

Slaggreining av lús

Tá ið lúsin nýliga hevur sett seg á laksin eru tær so smáar, at tað við berum eygum ikki ber til at staðfesta hvat slag tær eru (sí mynd). Um vitast skal hvørt talan er um laksa- ella seiðalús, kann Fiskaaling slaggreina tær við PCR-kanningum á starvsstovu, eitt nú á iNOVA.

 

Táknukanningar

Penar táknur eru ein treyt fyri góðan trivnað. Tískil fremur Fiskaheilsudeildin táknukanningar, har táknurnar verða stigbendar eftir, hvussu penar tær eru, t.e. í mun til um tær t.d. eru skaddar, hava brek, ella um AGD er at síggja á teimum.

Eyðmerking av AGD.

 

Rognkelsiskanningar

Rognkelsi, ið trívast, eta lús. Fiskaaling fremur rognkelsiskanningar fyri at kanna, hvussu rognkelsi, ið verða nýtt sum lúsatýnari á alibrúkum, trívast. Út frá kanningunum ber til at meta um rognkelsini fáa nokk at eta, um umstøðurnar í ringunum eru nøktandi fyri rognkelsini, og hvussu røsk tey eru til at eta lús. Møguleiki er tá fyri at gera ábøtur, ið kunnu økja um trivnaðin.