Høvuðslonirnar, sum hýsa royndarkørum

Sjódepilin

Fiskaaling hevur loyvi til royndaraling av marinum fiskasløgum og tara í kørum á landi (M01). Allur sjógvur, ið verður tikin inn á støðina, og sum rennur út aftur, verður sóttreinsað sambært galdandi reglum.

Sjódepilin í Nesvík er støð við kørum uppi á landi, har til ber at hava marin fiskasløg og tara. Støðin verður í løtuni einamest nýtt til stóra verkætlan at royndarala rognkelsi. Knýttar at hesi verkætlan eru smærri og størri verkætlanir um lívfrøðina hjá rognkelsum og hvat skal til, fyri at fáa tey at trívast.

Á støðini starvast 3 røktarfólk, 1 teknikari og ein rakstrarleiðari umframt teir granskarar, sum í styttri ella longri tíðarskeið útføra praktiska partin av síni gransking á staðnum.

Starvsfólk í Nesvík

Navn Starv Telefon T-post
Gudný Hallgerð Káradóttir Røktari +298 77 47 73 gudny@fiskaaling.fo>
Jóannes Guttesen Deildarleiðari +298 77 47 69 joannes@fiskaaling.fo>
Sólvá Samuelsen Røktari +298 77 47 71 solva@fiskaaling.fo>
Sverre Müller Maskinmaður/røktari +298 77 47 95 sverre@fiskaaling.fo>