Royndir við rognkelsaaling

Rognkelsi eru í dag eitt týðandi amboð hjá føroysku alifeløgunum at basa lús. Tað er sera ymiskt, hvussu effektiv rognkelsini eru sum lúsaátarar, og trivnaðurin hjá rognkelsunum, sum ganga í aliringunum kring landið, er stundum ivasamur. Tí er neyðugt at fáa rognkelsi, sum eru sunn, sterk og tilpassað eitt lív í aliringum.

Arbeiðið at menna ein føroyskan rognkelsis-lívfiskastovn hevur til endamáls at menna rognkelsi, sum trívast í fangaskapi - bæði í kørum og alibrúkum. Hetta er ein fortreyt fyri, at rognkelsini skulu rigga sum lúsaátarar.

Grundarlagið undir einum føroyskum lívfiskastovni er at fáa avkom undan rognkelsum, sum hava eginleikar at (yvir)liva í aliringum og sum hava eina genetiska breidd so trupuleikar ikki standast av innannøring. Tí verður føroyski rognkelsis-lívfiskastovnurin fyrstu árini bygdur upp av:

  • rognkelsum, sum hava gingið á støðini hjá Fiskaaling í Nesvík,
  • rognkelsum, sum hava livað í aliringum í Sundalagnum N, og
  • villum rognkelsum.

Um nøkur ár er ætlanin at sleppa undan at taka rognkelsi, sum hava gingið í aliringunum, inn á støðina, og síðani er eisini ætlanin at sleppa undan at brúka vill rognkelsi.

Tá føroysk feløg fáa loyvi at ala rognkelsi verður møguligt at keypa føroyskan rognkelsis-lívfisk frá Fiskaaling, soleiðis at ein føroysk rognkelsisframleiðsla kann byggja víðari uppá menningararbeiðið, sum Fiskaaling hevur gjørt við at menna ein føroyska rognkelsis-lívfiskastovn. Somuleiðis skulu føroysku fyritøkurnar fáa ágóðan av vitanini, sum Fiskaaling hevur fingið til vega í sambandi við menningina av rognkelsis-framleiðslu.