Taraaling

Fiskaaling arbeiðir við taraaling í Nesvík. Arbeiðið fevnir millum annað um gróðursetan, sáðingarhættir, vøkstur, úrtøku og innihaldsevnir í brúntarasløgunum Alaria esculenta og Saccharina latissima (les viðkomandi vísundaliga grein her), umframt royndaraling av brúntaraslagnum Laminaria digitata og reyðtaraslagnum Palmaria palmata

Í verkætlanini ”From spore to dinner plate”, ið er stuðlað av Granskingarráðnum, verður góðska, matpotentialið og matvørutrygd kannað. Hugt verður at um/hvussu alistaðsetingin ávirkar góðskuna.

Tá tari verður aldur endurnýtast CO2 og ólívrunnin tøðsølt úr umhvørvinum til framleiðslu av tarabiomassa, ið síðani kann nýtast til nógv ymisk endamál.

Taraaling er týðandi partur av at menna burðardygga og varandi aling. Fiskaaling kannar hvørji árinini eru av at ala tara og laks í sama øki. Fiskaaling er partur av SUREAQUA - A Nordic Centre of Excellence, og kannar í hesum sambandi, millum annað,  hvønn kapasitet ymisk tarasløg hava at upptaka nitrat.

Kontaktpersónur: Agnes Mols Mortensen