Tøkni & umhvørvi

Tøkni- og umhvørvisdeildin arbeiðir við gransking innan tøkni og umhvørvi í sambandi við aling.

Laksaaling er ein vinna í støðugum vøkstri í stórum pørtum av heiminum og nýggj sløg av aling taka seg upp í fleiri londum kring okkum. Í hesum toyminum verður arbeitt við at granska í serføroyskum viðurskiftum fyri at stuðla uppundir burðardyggan vøkstur í alivinnuni.

Stóri munurin millum alivinnuna í Føroyum og grannalondum okkara er avmarkaða økið, vit hava at ala á. Føroysku aliøkini eru fá í tali og stutt er ímillum tey. Í hesum sambandi verða framdar verkætlanir, har m.a. møguleikarnir fyri at fara longur út á hav at ala verða kannaðir. 

Granskað verður eisini í aldu- og streymviðurskiftum á og millum aliøkini og hvussu liviumstøðurnar eru hjá alifiski á sjónum.

Lívfrøðilig viðurskifti, ið eisini verða kannað á deildini, eru eitt nú spjaðing av lús, súrevnisviðurskifti á alifirðum og árin av lívrunnum tilfari.

Starvsfólk á Tøkni & umhvørvi

Navn Starv Telefon T-post
Agnes Mols Mortensen Lívfrøðingur, PhD +298 774 772 agnesmols@fiskaaling.fo>
Ása Johannesen Lívfrøðingur, PhD +298 77 47 64 asajoh@fiskaaling.fo>
Bjartur Jacobsen Kemiverkfrøðingur, MSc +298 774 774 bjartur@fiskaaling.fo>
Eirikur Danielsen Lívfrøðingur, BSc +298 77 47 56 eirikur@fiskaaling.fo>
Erna Joensen Havfrøðingur, MSc (farloyvi) +298 77 47 59 erna@fiskaaling.fo>
Gunnvør á Norði Deildarleiðari, lívfrøðingur, PhD +298 77 47 35 gunnvor@fiskaaling.fo>
Heðin Abrahamsen Verkfrøðingur, MSc +298 77 47 01 hedin@fiskaaling.fo>
Jógvan Fríðálvur Hansen Maskinmeistari +298 77 47 30 jogvanf@fiskaaling.fo>
Jóhannus Kristmundsson Verkfrøðingur, Cand.Polyt. +298 77 47 54 johannus@fiskaaling.fo>
Knud Simonsen Havfrøðingur, PhD +298 774 758 knud@fiskaaling.fo>
Øystein Patursson Havfrøðingur, PhD (farloyvi) +298 77 47 87 oystein@fiskaaling.fo>
Sissal Vágsheyg Erenbjerg Jarðalisfrøðingur, Phd lesandi +298 77 47 39 sissal@fiskaaling.fo>
Tróndur Kragesteen Verkfrøðingur, Phd. lesandi +298 77 47 36 trondurk@fiskaaling.fo>
Tróndur T. Johannesen Støddfrøðingur, Cand.Scient. +298 774 753 trondurt@fiskaaling.fo>