Fluorolice

Til tess at betra um møguleikar at basa laksalús eru stór ynski um at kenna útbreiðslu og tættleika av lús í sjónum. Vanliga vera tílíkar kanningar gjørdar við at taka planktonprøvar og eyðmerkja lýsnar í prøvanum undir luppi. Hetta er eitt sera tíðarkrevjandi arbeiði, tí at talið av lús er so lítið í mun talið av øðrum verum í sjónum. Tí er sera avmarkað, hvussu nógv sýni kunnu takast.

Í Fluorolice, sum er eitt samstarv millum Havforskningen, Marine Scotland Science, Universitetið í Stirling, OptoScale og Fiskaaling, er endamálið at menna eina mannagongd at eyðmerkja laksa- og seiðalús við flúrglógvan til tess at betra um møguleikarnar at fáa til vega grundleggjandi vitan um lús í sjónum.

Kontaktpersónur: Gunnvør á Norði