Persónsleiki hjá rognkelsum

Henda verkætlan, sum er partvíst fíggjað av Granskingarráðnum, snýr seg um at finna ymisk sløg av atferð hjá rognkelsum, og um henda atferð er tengd at, um tey eta lús.

Í verkætlanini verða rognkelsi kannað fyri ymiskar verumátar og bólkað eftir hesum. Síðani verða tey kannað fyri, um tey eta lús, fyri soleiðis at gera eina meting av, um ávísir bólkar av rognkelsum hava fleiri lúsaátarar enn aðrir.

Atferðarkanningar umfata millum annað, hvussu skjótt rognkelsi venja seg við nýtt umhvørvi (nær byrja tey at eta, eftir at tey eru flutt), hvussu tey bera seg at, tá tey verða jagstraði við einum glúpi, og hvussu tey bera seg at, tá ein fremmandur fiskur (eitt spegl) kemur í teirra akvarium. Hvussu rognkelsini bera seg at sigur millum annað nakað um hvussu djørv, illsint ella forvitin rognkelsini eru, og kunnu hesi úrslit brúkast til at bólka tey.

Fyri at vita, um rognkelsini eta lús, verður laksur smittaður við lús, og síðani ganga rognkelsini í karinum saman við smittaða laksinum. Eftir 10 dagar verður magainnihaldið hjá hvørjum rognkelsi kannað fyri lúsa-DNA.

Úrslitini frá verkætlanini fara at geva ábendingar um, hvørt tað ber til at velja út góðar lúsaátarar millum rognkelsini.

Um so er, ber til at kanna um hetta er arvaligt, tí vevnaður frá øllum royndarfiskunum verður goymdur og kann tí kannast fyri arvaeginleikar. Um so er, at atferðin er arvalig, so ber til at velja rognkelsi við røttu eginleikunum út til lívfisk til næsta ættarlið.

Kontaktpersónur: Ása Johannesen