Salmon and the Surf

Í samstarvi við EXPOSED er henda verkætlan sett í verk fyri at kanna, hvussu laksur trívist á harðbalnum økjum. Verkætlanin varðir tvey ár, og í feltinum verða skrásetingar gjørdar av, hvat laksurin ger undir ymiskum umstøðum, sum verða máldar við aldu- og streymmátarum.

Atferð hjá laksi verður skrásett við ekkoloddum undir aliringinum fyri at síggja, hvussu djúpt laksurin gongur og við videoupptøkum fyri at hyggja, hvussu fiskurin svimur, til dømis um hann svimur í torvu, ímóti rákinum ella í ring.

Samstundis við atferðarkanningarnar verða eisini javnan gjørdar vælferðarkanningar. Hesar verða nýttar til at kanna, hvussu væl fiskurin tolir harðbalnar umstøður, so sum harðan streym ella aldu. Vælferðarkanningarnar umfata millum annað at skráseta, um fiskurin hevur tikið skaða (skaði á fjaðrar, eygu ella skræðu), um hann er vaksin, og hvussu væl í holdum fiskurin er.

Verkætlanin er ein Post-Doc, sum væntandi verður liðug í 2020. Úrslitini fara at veita vitan um, hvussu tað ávirkar laks at ala á harðbalnum økjum, har alda og streymur hava størri ávirkan enn har, vit ala nú. Slík vitan kann brúkast at leggja til rættis, hvussu alibrúk verða sett upp (t.d. ringastødd), og hvussu alimannagongdir annars skulu leggjast til rættis.

Kontaktpersónur: Ása Johannesen