Sundalagið - ein modelkanning

Verkætlanin snýr seg um at menna eitt myndlatól, ið er baserað uppá ROMS og NorKyst. Tólið, ið verður ment í samstarvi millum Fiskaaling og Havforskningen í Bergen, hevur heitið FarCoast. Tað skal nýtast til at kortleggja streymviðurskriftini í Sundalagnum.

Júst Sundalagið verður nýtt sum dømi um ein fjørð, har ein modelkanning verður gjørd av útskifting av sjógvi í Sundalagnum. Modellið tekur hædd fyri hvussu vindur og vindferð, umframt bótnskapið í Sundalagnum, ávirka streymviðurskiftini og útskiftingina.

Modelkanningin verður gjørd við ROMS-skipanini, sum er bæði kend og væl hóskandi til hetta endamálið. Tann Føroyska simuleringin, sum eitur FarCoast, verður gjørd við íblastri frá norska fjarðarmodellinum NorKyst, sum eisini er ein væl kend og hóskandi skipan. Hildið verður, at norsk og føroysk viðurskifti eru sambærlig í fleiri mátar.

FarCoast-uppsetingin fyri Sundalagið er býtt í tríggjar ymsikar simuleringar, eitt nú 800m, 160m og 32m.

Kontaktpersónur: Sissal V. Erenberg