Blue bioeconomy (bláur lívfeingisbúskapur) er ein lutfalsliga nýggjur táttur í menning, og sum ger alsamt meira vart við seg í alheimshøpi.

SureAqua

Fiskaaling er partur av norðurlendsku SUREAQUA-verkætlanini, har granskað verður í eini meiri burðardyggari havvinnu - tí sonevndu blue bioeconomy. Hesin búskapur byggir á varandi tilfar úr havinum, so sum tara og fisk, til at framleiða allar tær vørur, okkum tørvar í einum nútíðarsamfelagi. Eitt nú kann tarin umgerast til brennievni, ið kann nýtast í staðin fyri fossilar orkukeldur. SureAqua verkætlanin miðjar ímóti at skapa vitanargrundarlag og tøknir at stuðla undir hesum búðskapi.

Í sambandi við verkætlanina kannar Fiskaaling viðurskiftini fyri meiri burðardygga aling í Føroyum. Hetta verður eitt nú gjørt við at kanna, hvussu nógv tøðsølt og skarn ein aliringur dálkar í umhvørvinum. Eisini verður hugt at møguleikanum at nýta IMTA (Integrated Multi-Tropic Aquaculture) í Sørvágsfirði.

IMTA snýr seg um at gagnnýta tey tøðsølt og skarn, ið verða útleidd frá alingini, til millum annað at vaksa tara og krækling - og tískil minka um dálkingina í havið. Samstundis veksa tarin og kræklingurin skjótari, og kann nýtast í blue bioeconomy.

Kanningin av Sørvágsfjørði verður gjørd í samstarvi við P/F Luna, sum eisini ynskir meiri burðardygga aling í Føroyum.

Kontaktpersónur: Gunnvør á Norði