CTD mátingar geva upplýsingar um hita, salt og densitet broytingar gjøgnum dýpi, umframt oxygen innihaldið í sjónum og flúrglógvan, sum er eitt óbeinleiðis mát fyri gróðurin í sjónum.

Til lesandi

Granskingararbeiðið á Fiskaaling hevur til endamáls at menna vitan um aling og viðurskifti, ið kunnu setast í samband við aling og teir karmar alingin virkar í. Serligur dentur verður lagdur á vitan, ið kann menna eina varandi føroyska aling.

Fiskaaling veit, at lesandi eru týdningarmikið tilfeingi, tá um ræður at fáa inn nýggja vitan, hugskot og, sum heild, nýggjan íblástur til tað arbeiði, sum Fiskaaling hevur ábyrgd fyri.

Í sáttmálanum millum Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og P/F Fiskaaling verður dentur lagdur á, at virksemið á Fiskaaling skal vera liður í arbeiðinum at verkseta Heimsmálini fyri burðardygga menning, og soleiðis fáa vitan til eina varandi aling.

Lesandi hava í mong ár luttikið í verkætlanum á Fiskaaling, eins og nógvar ymiskar ritgerðir eru skrivaðar her gjøgnum árini. Samstarvið við lesandi hevur týdning fyri Fiskaaling, og hinvegin vita vit eisini, at slíkar uppgávur eru við til at menna arbeiðið hjá teimum lesandi og, ikki minst, er við til at eggja til hugin at leita upp og framleiða nýggja og spennandi vitan.