Virksemi

Galdandi viðtøkur hjá P/F Fiskaaling eru frá 2009. Fiskaaling bindir seg soleiðis eisini til at virka sambært teimum í lógini nærri greinaðu reglunum.

Arbeiðssetningurin hjá Fiskaaling varð greinaður enn nærri í 2018, tá Uttanríkis- og vinnumálaráðið og P/F Fiskaaling undirskrivaðu ein nýggjan sáttmála. Hesin sáttmálin, sum eisini er liður í arbeiðinum hjá Føroya landsstýri at verkseta Heimsmálini fyri burðardygga menning, hevur til endamáls at fáa til vega vitan til eina varandi aling í Føroyum.

Í sáttmálaskeiðinum 2018-2020 fer Fiskaaling at hava føvuðsfokus á gransking, menning og ráðgeving innan ávís økir, ið eru tengd at:

  • Betri gagnnýtslu av alifirðum,
  • Aling á landi,
  • Fiskavælferð,
  • Lús og smittuspjaðing,
  • Nýggjum framleiðslumøguleikum.

 

Løgtingslóg um at hækka partapeningin í P/F Fiskaaling

Viðtøkur hjá P/F Fiskaaling

Sáttmáli millum UVMR og Fiskaaling