Aling á opnum havi

Tíðindaskriv Við Áir, tann 5/12 - 2010 Fiskaaling legði í farnu viku út aldu- og streymmátarar á einum øki eystanfyri Nólsoynna. Mátingarnar skulu brúkast til verkætlanina "Aling á opnum havi”. Tað var Víkingur, sum legði mátararnar út. Mátararnir eru settir út einar 2 fjórðingar eystur úr Nólsoynni á knattstøðu 62 gradir norður, 6 gradir og 36 minuttir vestur. Dýpið á leiðini er um 58 metrar. Mátingarnar Aldumátarin er innbygdur í eina boyu úr rustfríðum stáli. Mátarin mátar og greinar m.a. hædd, longd og rætning á aldunum. Eisini er ein streymmátari innbygdur í boyuna. Hann mátar, hvussu hart rákið er, og hvønn veg, tað rekur frá vatnskorpuni niður í einar 40 – 50 metra dýpi. Boyan hevur samband við land gjøgnum fartelefonnetið og sendir dáta til Fiskaaling hvønn tíma. Eisini hevur boyan fylgisveinasamband, so um boyan slítur og rekur meira enn 1 kilometur av leið, sendir hon ávaring yvir fylgisvein við boðum um, hvar hon er stødd. Samstundis sum boyan varð sett úr, varð ein streymmátari settur á botnin tætt við. Hann mátar rákið frá botninum upp ímóti vatnskorpuni. Streymmátarin á botni savnar dáta inn og goymir tey, til hann verður tikin upp. Hetta verður um einar 3 – 4 mánaðir. Ætlanin er, at mátingarnar, sum boyan ger, leypandi kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Fiskaaling http://www.fiskaaling.fo/. Aling á opnum havi Í verkætlanini "Aling á opnum havi" kannar Fiskaaling møguleikarnir fyri at fara út á opið hav við laksaaling. Í fyrstu atløgu verða umstøðurnar á einum øki stutt eystan fyri Nólsoynna kannaðar. Farið verður eisini undir at kanna, hvussu langt út farast kann við verandi útgerð, og hvørjar broytingar skulu gerast, fyri at aling á hesum økinum skal bera til. Valda økið umboðar nøkur øki eystan fyri Føroyar, har rákið er spakt, dýpið er passaligt, og nakað av verju er móti aldu vestan- og norðanífrá. Til mátingarnar verða aldu- og streymmátarar nýttir. Útgerðin verður roynd við teldumodellum, fysiskum modelli í royndarbrunni, og kannað verður, um úrslitini eru nøktandi til at brúka til útgerð í fullari stødd á økinum. Fyrsta verkætlanin umfatar bara útgerðina sjálva. Um úrslitini frá hesari verkætlan eru nøktandi og fígging fæst, verður farið undir næstu verkætlanina, sum er at gera eina roynd við aling av laksi á opnum havi. Í samband við verkætlanina verður samstarvað við NVD, Havstovuna, P/F Vónina og alifeløg í Føroyum umframt US Naval Academy og University of New Hampshere í USA og SINTEF í Noreg. Um fleiri upplýsingar ynskjast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum: Øystein Patursson, granskingarleiðari Heðin Abrahamsen, verkætlanarleiðari e-mail: oystein@fiskaaling.fo e-mail: hedin@fiskaaling.fo fartelefon: +298 214787 fartelefon: +298 214701