Alistøðin á Gøtuvík ASC góðkend

Alistøðin hjá Bakkafrost á Gøtuvík hevur sum tann fyrsta í Føroyum fingið altjóða ASC gókenning. Talan er um umhvørvisgóðkenning, sum er ment í samstarvi við WWF, skrivar heimasíðan  hjá Bakkafrost. Her er talan um standard við sera stongum krøvum. Tey strangastu krøvini til til aling í heiminum yvirhøvur. Krøv verða millum annað sett innan fiskaheilsu, lús, smoltframleiðslu, fóðurframleiðslu og umhvørvi. Bakkafrost hevur arbeitt fram móti hesum málinum eina tíð. Kunngjørt varð í fjør, at longu í ár skuldi fyrsta aliøkið hjá felagnum vera ASC góðkent, og arbeitt verður við eisini at fáa onnur økið góðkend. Hetta er ikki bara sum at siga tað, og enn eru bert nøkur heilt fá aliøki í øllum heiminum, sum hava megnað at fáa hesa góðkenning. -Tað er avgerandi fyri kappingarførið hjá Bakkafrost, at vit arbeiða eftir teimum strangastu altjóða standardunum, og at vit altíð seta okkum nýggj og avbjóðandi mál. ASC er ein sera umfatandi og avbjóðandi altjóða góðkenning, ið setur sera hørð krøv til, hvussu vit arbeiða, og at okkara mannagongdir eru skipaðar soleiðis, at framleiðsla okkara er burðardygg, sigur Regin Jacobsen, stjóri, við heimasíðuna hjá Bakkafrost.