Altjóða ráðstevna um lús á alifiski

Fiskaaling og Náttúruvísindadeildin hjá Fróðskaparsetrinum hava seinasta dagarnar verið vertir fyri eini verkstovu við altjóða luttøku, sum hevur viðgjørt avbjóðinginga við lús í alivinnuni. Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, setti verkstovuna týsmorgunin. Luttakararnir eru framstandandi granskara, sum á ymsan hátt arbeiða við avbjóðinginga, sum lús er fyri alilaks. Luttakaranir vóru úr Kili, Canada, Írland, Skotland, Noregi, Danmark, Íslands og úr Føroyum. Umframt fólk frá Fiskaaling og Fróðskaparsetrinum luttóku eisini starvsfólk frá øllum føroysku alifeløgunum, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Sp/F Fiskaheilsutænastan og Granskingarráðið. Tað er Hóraldur Joensen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum saman við Svein Ole Mikalsen, professara á Náttúruvísindadeildini og Jonhard Eysturskarð, granskara á Fiskaaaling, sum hava skipað fyri verkstovuni, og fingið altjóða granskararnar hendaveg. Verkstovan er fíggjað av nevndini AG-fisk undir Norðurlandaráðnum. Fimm av teimum 20 framløgunum, sum vóru á hesari altjóða verkstovuni, vóru frá granskarum frá Fiskaaling.