Elma á Geilini Ortind vart MSc ritgerð

Elma á Geilini Ortind hevur tann 25. september 2015 vart MSc ritgerð við heitinum Seasonal variations in growth, yield and amino acid profile of sugar kelp (Saccharina latissima) cultivated in a sound in the Faroe Islands. Elma hevur lisið matvøruverkfrøði á DTU í Danmark, og serritgerðin hevur verið skipað sum eitt samstarv millum DTU og Fiskaaling.   Vegleiðarar hava verið Susan Løvstad Holdt og Charlotte Jacobsen frá DTU og Agnes Mols-Mortensen frá Fiskaaling. Elma fekk karakter 12, ið er hægsti karakterur, sum givin verður yvirhøvur, fyri ritgerðina.   Elmu verður ynskt hjartaliga til lukku.