Fiskaaling vertur fyri altjóða vísindaráðstevnu

GRANSKING: Tað er nú greitt, at Fiskaaling verður vertur fyri næstu altjóða, vísindaligu ráðstevnuni um lús. Ráðstevnan verður hildin annaðhvørt ár ymsastaðni í heiminum, har 3-400 granskarar hittast at leggja fram granskingarúrslit. Í ár varð stóra ráðstevnan hildin í Kili, og í 2020 verður hon á fyrsta sinni hildin í Føroyum.

Talan er um vísindaligu ráðstevnuna "Sea Lice Conference”, sum er ein ráðstevna, har nýggjastu granskingarúrslitini um fiskalús verða løgd fram. Í 2018 varð ráðstevnan, sum er tann 12. í røðini síðani ta fyrstu í 1992, hildin í syðsta býi í heiminum, Punto Arenas í Kili, við luttøku av umleið 350 granskarum.

Fyriskipararnir av stóru granskara ráðstevnuni hava nú gjørt av, at 13. ráðstevnan, sum verður í september 2020, skal haldast í Føroyum, við Fiskaaling sum verti.

- Vit hava tvær ferðir áður søkt um at fáa ráðstevnuna hendanvegin, men tær ferðirnar eydnaðist tað ikki. Tí eru vit sera fegin um, at fyriskipararnir hesaferð hava valt okkum sum vert fyri hesi stóru og spennandi vísindaráðstevnuni, sigur stjórin á Fiskaaling, Jóhanna Lava Køtlum.

Endamálið við altjóða lúsaráðstevnuni er at savna og styrkja samstarvið millum teir fremstu granskararnar, sum fáast við gransking í fiskalús og tí, sum hartil hoyrir.

Tað var Tróndur Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling, sum granskar í lúsaspjaðing, ið umboðaði Føroyar á seinastu Sea Lice Conference.

Umframt Trónd fáast eisini aðrir granskarar á Fiskaaling við gransking innan lús, sum er ein avbjóðing hjá alivinnuni at halda niðri. 

Um nakar ynskir at vita meira um hetta, kann viðkomandi venda sær til Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling.