Fiskaaling á aldumátararáðstevnu í London

Tann 21. oktober skipaði fyritøkan RSAqua  fyri stórri ráðstevna um tað nýggjasta innan fyri aldumáting. Stevnan varð hildin á the Royal Institute í London. Stovnarin og stjórin RSAqua varð í 2014 heiðraður við 'Busines Person of Year Advard' av felagskapinum Association of Marine Scientific Industries (AMSI). Luttakarar á ráðstevnini vóru umboð fyri veitarar av aldumátaraútgerð, oljufeløg, offshore vindmyllumfeløg, universitet og aðrir granskingarstovnar. Fyrilestrar vóru um, hvussu granskarar brúka aldumátaraútgerð í síni gransking. Av útgerð, sum verður brúkt til aldumáting, kann nevnast vanligar waverider alduboyur, ADCP mátarar, trykkmátarar, wave profiling radar, HF radar, satellittar og reflektions máting av GPS signali. Tøkni- og umhvørvisdeildin á Fiskaaling hevði umboð á ráðstevnuni