Fiskaaling á Vísindavøku

Í sambandi við vísindavøkuna fríggjadagin 27. septembur verður Fiskaaling á Østrøm við tveimum básum og tveimum fyrilestrum. A Østrøm verður ein kunningarbásur við rognkelsum og kombikkum í akvarium. Eisini verður okkurt áhugavert um tara. Í hinum básinum verður víst hvussu góðskukanningar vanliga verða gjørdar og hvørji úrslit kunnu koma burtur úr tílíkum kanningum. Jonhard Eysturskarð og Ása Johannesen halda fyrilestur um ávikavíst góðsku á føroyskum alilaksi og ávirkan av lukti, streymi og øðrum á eginleikan hjá kombikkum at finna mat. Møguleiki verður eisini fyri at koma á rundvísing í iNOVA, nýggja granskarasetrinum á Hoyvíksvegi 51. Janus Vang, nýsettur stjóri, Svein-Ole Mikalsen frá Náttúruvisindadeildini og Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, verða til staðar at vísa runt og greiða frá virkseminum. Rundvísingarnar vera kl. 17.00 og kl. 18.30. Útvarpssending har Janus Vang og Ása Jacobsen vístu runt á iNOVA kann heintast her Leinkja til síðuna hjá Granskingarráðnum, sum skipar fyri Vísindavøkuni, við skrá fyri dagin er her