Fleirtjóða granskarafundur í Reykjavík

Um dagarnar hittast granskarar úr fleiri londum í Reykjavík, har millum annað verður tosað um aling í útjaðaraøkjum. Evnið er innovatión við atliti at, hvussu  til ber at fáa mest møguligan burðardyggan vøkstur í alivinnu. Hugt verður at avbjóðingum og møguleikum hjá alarum í útjaðaraøkjum fyri norðan og í Arktis. Lutakararnir á ráðstevnuni eru úr Skotlandi, Írlandi, Noreg, Íslandi og Føroyum. Fiskaaling er umboðað á ráðstevnuni av Knud Simonsen, granskingarleiðara. Tíðindaskeiv frá ráðstevnuni kann lesast her