GlobalGAP góðkenning

Nú í eina tíð hava starvsfólk á Fiskaaling kýtt seg fyri at fáa felagið GlobalGAP góðkent. Hin 3. & 4. januar í ár var ein italienskur autitor á vitjan á Fiskaaling fyri at hyggja eftir okkara mannagongdum og umstøðum. Og i síðstu viku fingu vit ceritficatið frá GlobalGAP í hús. Vit á P/F Fiskaaling er sera glað og stolt yvir at hava fingið hesa góðkenning í hús. Umframt hesa certificering er felagið eisini ISO-9001 góðkent. GLOBALG.AP er ein privatur sektor, sum setur sjálvboðnar standardar fyri sertificering af framleiðslumannagongdum innan landbrúk og aling runt allan heimin. GLOBALG.AP standardir eru fyrst og fremst gjørdir fyri at forbrúkarin kann vera vísur í hvussu matvørurnar eru framleiddar. Her verður hugsað um minst møguliga neiliga ávirkan á umhvørvi, minst møguligt brúk av kemiskum evnum og trygd fyri einum starvsplássi, ið tekur ábyrgd fyri heilsu og trygd hjá starvsfólkunum. At enda verður eisini hugsað um djóra vælferð. Margreta Dam, góðskuleiðari, hevur havt høvuðsábyrgdina av tilgongdini til GlobalGAP góðkenningina, og hon sæst á myndini til høgru við sertifikatinum.