ICES framløga

Havalda reinsar botnin undir alibrúkum Hettar var høvuðsboðskapurin í framløgu sum Gunnvør á Norði helt á árligu ICES ráðstevnuni í Bergen í hesum døgum. Framløgan byggir á kanningar í Funningsfirði, gjørdar í samband við eina verkætlan, við tí endamáli at kannað, um alda og streymur kunnu flyta fóður og skarn frá botni. Tað vakti ans ímillum granskarar, at havalda reinsaði botnin á 54 m dýpi, og at hart rák niðri við botn ikki hevði stórvegis árin. Hettar, tí tað verður ofta tikið fyri givið, at um streymferðin niðri við botn til tíðir er størri enn 10 cm s-1, so verður alitilfarið flutt vekk, men vit hava mált streymferðir upp til 25 cm s-1 niðri við botn, uttan at alitilfar var flutt. Harafturímóti hevði havalda hægri enn 2 m stóra ávirkan á botnin. Í samband við framløguna, var ein ráðstevnu grein skrivað, har úrslitini vera lýst nærri. Greinin kann heintast her Lýsing av verkætlanini kann heintast her ICES framløgan kann síggjast her