Játtanir um fíggjarligan stuðul

Fiskaaling fekk í novembur og desembur játtan um fíggjarligan stuðul frá Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndum. Verkætlanin "Aling á opnum havi" fekk játtað 503.072kr til modelleringsarbeiði í 2011 frá Granskingarráðnum. Øystein Patursson og Heðin I. Abrahamsen standa fyri verkætlanini og ein lýsing av henni fæst her. Ein nýggj PhD-verkætlan við heitinum "Proteoglycans (PGs), glycosaminoglycans (GAGs) and collagen in the connective tissue of fish muscle" fekk játtað 600.000kr frá Granskingarráðnum og 750.000kr frá Fiskivinnuroyndum. Endamálið við verkætlanini er at greina orsøkirnar til veikan bindivevnað í fiskaflaki. PhD lesandi er Ása Jacobsen, og verkætlanin byrjar í januar 2011 og endar á sumri 2014. Meira fæst at vita um verkætlanina her.