Laksaslógv til grísafóður

Á virkinum hjá Salmon Proteins á Eiði verður slógvið frá kryvjivirkjunum, sum kryvja føroyska alilaksin, útflutt til Noregs, har tað verður nýtt sum partur av startfóðri til smágrísar. Í fjør vórðu send umleið 16.000 tons av laksaslógvi frá kryvjivirkjunum til Noregs, greiðir Annvør Jacobsen, stjóri á Salmon Proteins, frá. Hetta var tann parturin av útflutninginum, sum kann endurnýtast til eitt nú fóður. Umframt sendu tey eini 2.000 tons av slógvi av laksi, sum av ymsum orsøkum var burturkoyrdur, til Noregs. Hetta slógvið verður nýtt til biogass. Salmon Proteins er fyritøka, sum føroyska alivinnan eigur í felag. Felagið hevur eitt virki á Eiði, sum tekur í móti tí slógvi, ið kemur frá alivinnuni. Hetta slógvið verður alt koyrt gjøgnum kvørn, og súrgað við meyrusýru. Slógvið verður býtt í tveir bólkar. Hávandað og lágvandað. Tann stóra nøgdin er tann, sum kemur av fiskinum, ið verður arbeiddur á virkjunum. Hetta er tann sonevndi lágvanda bólkurin. Hetta slógvið verður bara malið í kvørn og fær meyrusýru tilsetta, og verður síðan goymt í tangum, til tað verður útflutt. Hin bólkurin er slógv frá fiski, sum er sjálvdeyður, fyribeindur, tí hann hevur verið viðgjørdur við einumhvørjum stutt áðrenn tøku, ella møguliga deyður av sjúku. Hesin fiskurin verður eisini malin, súrgaður við meyrusýru, umframt at slógvið verður kókað fyri at tryggja, at møgulig smitta verður dripin, sigur Annvør Jacobsen. Samlaða nøgdin av hesum slógnum var í fjør um 2.500 tons. Tey 500 tonsini vórðu nýtt at taða við í Føroyum, og restin varð útflutt. Tað fæst umleið hálvonnur króna fyri kilog fyri slógvið í lágvandabólkinum. Hinvegin verður beinleiðis goldið fyri at sleppa av við hin partin, greiðir hon frá. Tískil hava tey eisini valt at lata føroyingar, sum eru áhugaðir í at fáa hetta viðgjørda slógvið til tøð, fáa tað ókeypis. Hitaviðgjørda slógvið brennir grasið, fyrsta tað er sproytað. Men tað taðar væl, og gras veksur væl aftur, sigur stjórin. Hon greiðir frá, at onkur, sum nýtir tað til taðing, sigur seg hava lagt merki til, at Kattaklógv er horvin, síðan farið varð at brúka hitaviðgjørt laksaslógv at taða við. Niðan fyri síggjast tvær myndir, sum eru tiknar ávikavist í juni og september mánaða fyri nøkrum árum síðan. Fyrra myndin er tikin stutt eftir, at taðað varð við hitaviðgjørdum slógvi. Mynd tikin 24. juni. Stutt eftir at sproytað er Mynd tikin 5. september sama ár