Norðmenn tosa um føroyska modellið

Í Noreg vænta tey, at lúsateljingarnar á norskum alibrúkum í framtíðini fara at líkjast føroyska modellinum. Soleiðis, at tað verða óvildugir teljarar, sum ferðast millum brúkini at telja lús. Higartil hava alararnir sjálvir talt lús á fiskinum. Í Føroyum hevur Fiskaaling síðan 2009 staðið fyri øllum lúsateljingum. Hetta er ein tænasta, sum felagið ger fyri alararnar. Tølini verða so latin avvarðandi myndugleikum, til víðari avgreiðslu. Sambært norsku heimasíðuni Intrafish hava fólk frá bæði Veterinærinstituttet og Havforskningsinstituttet róð fram undir, at væntast kunnu óvildugar lúsateljingar í norsku alivinnuni í framtíðini. Hetta er roynt onkrastaðni, og fer væntandi at vinda upp á seg, heldur Britt Hjeltnes frá Veterinærinstituttet. Eisini granskingarleiðarin á Havforskningsinstituttet, Geir Lasse Taranger, sigur, at tað er neyðugt at broyta arbeiðsháttin, sum verður brúktur í samband við lúsateljing. Hann sigur, at tølini, sum verða givin upp í dag, snøgt sagt eru ov óálitandi til, at Havforskningsinstituttet kann brúka tey sum grundarlag undir teirra smittumodelli fyri laksalús.