Nýggj heimasíða

Fiskaaling hevur fingið nýggja heimasíðu. Við hesum vil Fiskaaling betra kunningina til bæði vinnuna og almenningin. Á síðuni fæst vitan um alt virksemi hjá Fiskaaling bæði viðvíkjandi gransking og framleiðslu. Síðan er sett upp soleiðis, at hon er bæði brúkaravinarlig og gevur eina góða heildarlýsing av Fiskaaling. Síðan verður javnan dagførd við tíðindum, verkætlanarúrslitum og temafrágreiðingum.