Nýtt Alitíðindi (6)

So er fjórða Alitíðindi í ár tøkt. Í blaðnum eru fleiri sera ymiskar og áhugaverdar greinar. Knud Simonsen, ið er nýggjur á Fiskaaling, greiðir frá um nýtt alduatlas. Jonhard Eysturskarð, leiðari á Biotøkni toyminum, greiðir frá um leitanina eftir fiskaúrdráttum, ið hava jaliga ávirkan á fólkaheilsuna. Ása Jacobsen, Ph.D. lesandi, greiðir frá um hennara gransking innan góðsku, nevnliga veikan bindivevnað í fiskaflaki. Eisini greiðir Kristian Petersen, stjóri, frá um avbjóðingarnar á Sjódeplinum í Nesvík. Og sum vant eru nýggjastu framleiðsluhagtølini við. Alitíðindi kann heintast her