Rákið aftan fyri aliringar í vísindagrein

Herfyri var greinin ”Visualisation of the wake behind fish farming sea cages” givin út í vísindatíðarritinum Journal of Aquaculture Engineering. Greinin lýsir ein hátt til at gera streymmátingar av rákinum í kjalarvørrinum av aliringum, og hvssu hesi úrslitini kunnu framsetast, soleiðis at sammetingar kunnu gerast við úrslit frá teldumodellum.  Tað er Heini Winthereig Rasmussen,  sum hevur skrivað greinina saman við Øystein Patursson og Knud Simonsen. Umhvørvis viðurskiftini á aliøkjunum hava vaksandi áhuga, og ein týdningarmikil liður í hesum er at skilja, hvussu rákið er í og rundan um aliringarnar. Hetta hevur ávirkan á fleiri týðandi viðurskiftir, sum t.d. súrevnisføðing og spjaðing av skarni, men eisini hvussu sníkar sum t.d. laksalús, verða fluttir millum ringar av rákinum. Seinastu 10 árini eru fleiri teldumyndlar mentir til at simulera hetta rákið, men trupult hevur verið at staðfest, hvussu neyvir teir eru, tí higartil hava næstan bert verið úrslit frá brunnroyndum at samanbera við og lítið av mátingum frá alibrúkum í fullari stødd.   Í greinini verður greitt frá streymmátingum, sum vórðu gjørdar við alibrúkið á Gulanum í Nólsoyarfirði. Mátingarnar vóru gjørdar frá báti, ið sigldi tvørs av rákinum við ymsum fjarstøðum frá aliringunum, samstundist sum aðrir mátara stóð á botni og mátaðu.  Nýttu tólini mátaðu streymin í løgum ígjøgnum alt dýpið.  Á Gulanum er hampuliga máttmikið sjóvarfalsrák, og tískil broyttist rákið fyri hvønn túr, sum siglt varð tvørs av rákinum. Greinin lýsur eitt boð uppá, hvussu slíkar mátingar kunnu setast saman til eina heildarmynd av rákinum, og ávirkanin av alinótunum kann isolerast  burturúr.   Næsta stigið í verkætlanini, sum er fíggjað av Granskingarráðinum og Fiskaaling, er at brúka nýggju dáturnar til at góðskutryggja ein nýggjan myndil til at simulera rákið í og kring aliringar, sum verður mentur á Fiskaalig. Greinin er tøk her: http://authors.elsevier.com/a/1QWhVWy0FKYKM