Serritgerð á Fiskaaling

Í sambandi við Jobmatch 2012 hava vit gjørt ein lista við uppskotum til serritgerðir, ið kunnu gerast í samstarv við Fiskaaling. Hesin listin er tøkur undir leinkjuni á høgra bredda á framsíðuni. Fiskaaling hevði gott og konstruktivt prát við fleiri ung lesandi á Jobmatch 2012. Eitt sera væleydna tiltak. Vit eru altíð áhugaði í at hoyra frá lesandi um møguleikan fyri at gera serritgerð á Fiskaaling.