Signar P. Dam vart Msc ritgerð sína við Keypmannahavnar Universitet

Signar P. Dam hevur tann 14. desembur 2015 vart MSc ritgerð við heitinum Behaviour of Atlantic salmon (Salmo salar) in production cages at exposed locations: Effects of waves and current á Marinbiologisk Sektion í Helsingør, ið er deild undir Keypmannarhavnar Universitet (KU). Arbeiði við serritgerðini hevur verið skipað sum eitt samstarv millum KU og Fiskaaling, og eru umfatandi mátingar framdar á alibrúkinum hjá Luna í Miðvági við sera góðari hjálp og hollum stuðli frá starvsfólkunum hjá Luna og Bergi Andreassen frá felaginum Faroesea. Amerikanska felagið RDInstruments stuðlaði við láni av teirra nýggjastu tøkni innan streym- og aldumátara. Canadiska felagið VEMCO vísti eisini vælvild við útgerð til at máta dýpi og svimjiaktivitet hjá fiski.  Peter Østergård, fiskadjóralækni, veitti eina hjálpandi at seta mátiútgerðina á tveir fiskar. Vegleiðarar hava verið John Fleng Steffensen, professari á KU, og Øystein Patursson og Knud Simonsen á Fiskaaling. Signari verður ynskt hjartaliga tillukku.