Streymmátarar settir út í Sundalagnum

Útsetingin er ein liður í verkætlanini Aldu-og Streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum, vanliga stytt ASAF-verkætlanin, har endamálið er at gera eitt neyvt aldu- og streymatlas fyri allar alifirðirnar. Mátararnir eru settir út parvís, annar undir Streymoyarlandinum og hin undir Eysturoyarlandinum. Fyrsta parið er í Tangafirði, har annar mátarin liggur undir Síðu, og hin norðan fyri alibrúkið við Kolbanagjógv. Teir næstu tveir mátararnir eru settir út sunnan fyri alibrúkið við Selatrað, og sunnan fyri Stilli á Streymoynni. Teir norðastu mátararnir eru norðanfyri alibrúki við Veðranes. Neyvu positiónirnar standa í talvuni niðanfyri. Á hesum somu støðunum verða eisini sonevndar hydrografiskum mátingar regluliga gjørdar í summar. Í hesum kanningunum verður eitt tól, nevnd ein CTD, lorað av báti og niður á botn, samstundist sum tað mátar hita, salt, og eitt mát fyri gróður. Í næstum verður CTD-in útbygd til eisini at máta oxygen. Tað er Havstovan, sum eigur hetta tólið. Mátaranir standa á hesum støðunum:   Nr                  Positión                               Stað                       Norður          Vestur                       Gr. Min.        Gr. min.  A                   62  6,252       6   50,180     Undir Síðu B                   62  7,050       6   48,973      Norðan fyri Kolbanargjógv C                   62  8,133       6   52,525      Sunnan fyri Stilli D                   62  8,345       6   51,460      Sunnan fyri Selatrað E                   62  10,304     6   56,854      Norðan fyri Veðranes eystaru megin F                    62  10,072     6   57,321     Norðan fyri Veðranes vestaru megin