Stór útbygging við Láksá

Marine Harvest er farið undir eina munandi útbygging av smoltstøðini á Hellunum. Framleiðsluorkan verður væl meira enn tvífaldað, tá útbyggingin er liðug. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Marine Harvest í Føroyum, sigur, at útbyggingin umfatar 8.000 kubikk í mun til tey 4.700 kubikkinum, sum eru í løtuni. Endamálið er at fáa størri smolt at seta út, og at hava fiskin styttri í sjónum. Í dag er meðalvektin á smoltinum, sum fer av støðini umleið 140 gram. Ætlandi skal vektin økjast til 650 gram, tá útbyggingin er liðug. Eisini fer talið at økjast munandi, sigur hann. Alt verður størri við hesi útbyggingini. Ikki bara hølini. Eitt nú verður tíðin, sum smoltini vera á støðini, longd við umleið einum hálvum ári. Tað ger so aftur, at fiskurin verður styttri í sjónum. Vónin er so at vinna tað aftur við færri vansum av ymsum slag. So sum lús, sjúkum og tí, sum kann fylgja við at hava fisk gangandi í ringunum á sjónum. Hans Jákup Mikkelsen sigur, at hendan útbyggingin er tann fyrsta hjá Marine Harvest samtakinum yvirhøvur, sum miðar eftir at fáa so stóran fisk. Útbyggingin fer at kosta 100 milliónir krónur, sigur hann. Á aliráðstevnuni, sum varð hildin seinasta vikuskiftið, varð kunngjørt, at smoltstøðin á Hellunum var tann smoltstøðin í landinum, sum hevði best úrslit farna árið. Tær báðar sjógvalistøðirnar, sum høvdu besta og næstbesta úrslitið, høvdu báðar fingið smolt av Hellunum.