Tema um laksalús

Laksalúsin er fyrsta Tema á okkara nýggju heimasíðu. Har er grundleggjandi vitan um eitt nú lívsmynstrið eins og ymiskt í sambandi við aling so sum lúsateljingar, viðgerðir, lívfrøðiligir hættir at niðurberja lús og um spjaðing. Á Fiskaaling hevur arbeiði við laksalús verið ein rættiliga týðandi partur í 2010. Tænastan, at telja lús fyri alifeløgini, er væl móttikin og eisini eru kanningar av mótstøðuføri og ílegukanningar gjørdar. Frágreiðingar um báðar kanningarnar verða tøkar í februar 2011. Soleiðis er ætlanin, at heimasíða okkara skal geva øllum, ið hava áhuga, betri innlit í ymiskt arbeitt verður við á Fiskaaling og sum er av týdningi fyri aling í Føroyum. Nýtt Tema verður lagt út umleið einaferð hvønn ársfjórðing.