Týðandi evni fyri føroyska gransking

Í seinasta lagi 20. juli verður arbeiðsætlanin fyri 2012 innan matvøru, landbúnað, fiskivinnu og bio-tøkni (eisini nevnt KBBE – knowledge based bio-economy) almannakunngjørd. Longu nú eru ábendingar um, at fleiri áhugaverd øki, sum føroyskir granskarar og granskingarstovnar hava áhuga í og arbeiða við, vera í endaligu arbeiðsætlanini. Millum tey evnini har føroysk luttøka er hugsandi eru t.d. hesi: safety of seafood diseases of cultured fish bioprospecting bioactive compounds genetic impact of aquaculture Umsóknarfreist verður væntandi 15. november 2011. Meira fæst at vita við at venda tær til Jonhard Eysturskarð á Fiskaaling (jonhard[kurla]fiskaaling.fo) ella til John D. Olsen á Granskingarráðnum (john[kurla]gransking.fo)