Vitjan úr Noregi

Fyri stuttum vóru 42 fólk úr norsku alivinnuni og granskingarumhvørvinum á vitjan í Føroyum. Tey vitjaðu alibrúk og smoltstøðir og eitt seminar var eisini á skránni. Í Føroyum er lívfrøðiliga svinnið í alingini nógv minni enn í Noregi, og Øystein Patursson frá Fiskaaling greiddi frá ymiskum umstøðum hesum viðvíkjandi á seminarinum. Umframt tí føroysku skipanini, ið er sera týdningarmikil, høvdu tey serligan áhugað í resirkulering og aling á harðbalnum økjum, tí her eru føroyingar eisini frammaliga. Vitjanin varð skipað av akvARENA (akvarena.no), AquaCultureEngineering (aceaquaculture.no) og Fiskaaling. AkvARENA umrøða eisini vitjanina á síni heimasíðu.