Workshop í Kroatia

Øystein Patursson, Heðin I. Abrahamsen og Heini W. Rasmussen frá deildini Tøkni og umhvørvi á Fiskaaling hava verið til ein workshop í Kroatia. Heiti var 10th International Workshop - DEMaT'11 (Methods for the Development and Evaluation of Maritime Technologies). Evnini, sum vóru viðgjørd eru serliga teknisk viðurskifti innan fiskireiðskap og aliútgerð. Øystein hevði eina framløgu, sum kan heintast her og abstrakti kann síggjast her. Øystein hevur eisini saman við Knud Simonsen skrivað eina ráðstevnu grein, sum framløgan var um og sum er í Proceedings bókini, ið varð útgivin í samabandi við rástevnuna. Hetta verður tøkt í næstum á ráðstevnu heimasíðuni: http://www.demat.uni-rostock.de/