Deildir á Fiskaaling
Fiskaaling hevur høvuðssæti við Áir. Her húsast granskarar og kanningarfólk umframt fyrisiting og leiðsla.
Á Fiskaaling eru 4 deildir:
Biotøkni
- Biotøkniliga deildin hjá Fiskaaling heldur til í granskingardeplinum iNOVA. Tað er í starvsstovunum her, at Fiskaaling veitir tænastur og mennir granskingarverkætlanir, ið hava at gera við varandi aling. Deildin hevur kjarniførleika innan quantitative real-time PCR (qPCR), annað ættarlið í sekvensering umframt ELISA-grundaðar hættir.
Fiskaheilsa
- Á Fiskaheilsudeildini er trivnaðurin hjá fiskinum í fokus. Arbeiðið verður framt við regluligum tænastum og umbidnum granskingarverkætlanum av ymiskari stødd.
Fjarðaelvi
- Málið hjá deildini fyri fjarðaelvi er betri at skilja umhvørvið og umstøðurnar í føroyskum firðum, sundum og í økjunum kring Føroyar.
Vistfrøði
- Deildin Vistfrøði arbeiðir breitt við vistskipanum á firðum fyri betri at skilja samspælið millum náttúru og aling. Verkætlanirnar snúgva seg í stóran mun um, hvussu umhvørvið og alingin á firðunum ávirka tey lívfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftini.
VN 182 Andrias Reinert: Granskingarfarið hjá Fiskaaling, Andrias Reinert, er ikki nøkur sjálvstøðug deild á Fiskaaling, men er báturin, ið verður brúktur til kanningar- og granskingararbeiði av ymiskum slagi. Nógvar verkætlanir, sum granskarar á Fiskaaling eru knýttir at, skulu brúka dátur og kanningar, sum verða gjørd á sjónum.